Mikukvøldið sat í hvussu so er ein sera spentur maður niðri í danska høvuðsstaðnum og fylgdi við í hvussu tað gekk hjá landsliðnum móti Íslandi. Tað var Jákup Mikkelsen, sum í síðstu viku kendi seg noyddan at geva avboð til dystin móti Íslandi, tí skaðin, ið hann fekk á ólavsøku, framvegis plágaði.
? Tað bar mær als ikki til at sparka í síðstu viku, men seinnapartin av hesi vikuni havi eg aftur vant við fullari ferð, og um alt gongur, sum tað skal, so fari eg at spæla sunnudagin, sigur Jákup Mikkelsen av flatlondum. Hann letur óføra væl at venjingini hjá Herfølge:
? Higartil hevur John Faxe Jensen roynst sera væl. Hann leggur nógv á okkum, men tað er hugaligt, tí venjingarnar, sum allar eru við bólti, eru spennandi, grreiðir kappingarneytin hjá Jens Martini Knudsen til landsliðsmálið frá. Jákup kennir seg nú so mikið væl, at hann er tøkur aftur hjá Allani Simonsen.
Herfølge hevur tíggju stig, og teir skulu á heimavølli spæla móti Vejle, sum higartil bara hevur fingið eitt stig og verður roknað millum veikastu liðini í deildini.
Tað er neyvan nakar ivi um, at Óli Johannesen aftur verður í AGF verjuni, tá liðið úr Aarhus fer at vitja í Aalborg longu í dag. AGF hevur eftir fýra tey fyrstu umførini fingið 5 stig.
Todi Jónsson hevur ein dag eyka at hvíla seg í, áðrenn FCK aftur skal í eldin. Dysturin í Parkini verður mánakvøldið, og tað verður vorðið sum botnstríð. Uppflytararnir úr OB koma at vitja, og bæði teir og FCK hava eftir fýra tey fyrstu umførini fingið eitt stig.
Í fjølmiðlunum í Danmark verður nógv tosað um kreppu í FCK, men tað eru onnur, sum vísa á, at hættisliga støðan er ikki so óvæntað, tí liðið hevur ikki so góða manning. Eftir dystin í Aarhus var sagt, at Todi Jónsson og David Nielsen fingu millum lítið og einki at arbeiða við, og tað boðar frá, at miðvøllurin er sera lítið sannførandi. Danska pressan er farin at gera alt meiri burturúr, at FCK venjarin, Kim Brink, sum tvær ferðir áður hevur mist venjarastarvið í FCK og er komin afturíaftur, aftur nú hongur í einum klønum tráði, og at um FCK tapir mánakvøldið, so er tað rættuliga sannlíkt, at hann verður uppsagdur, tí tað er lættari at siga einum venjara upp, heldur enn at geva øllum liðnum sekkin.
Sjálvur sigur Kim Brink, at hann hevur álit á, at um tað eydnast hansara monnum eina ferð at koma á odda 1-0, so fer tað at gleppa hjá teimum.