Jákup er danskur meistari

Herfølge við Jákupi Mikkelsen í málinnum, tryggjaði sær í kvøld danska meistaraheitið

Fyri løtu síðani varð dysturin millum Silkeborg og Herfølge blástur av, og á máltalvuni stóð úrslitið til at vera 1-1.


Í sjálvum sær var hetta ikki nóg mikið at tryggja Herfølge meistaraheitið, men tá Brøndby samstundis mátti lúta 2-0 fyri AB á útivølli, viðførdi hetta, at Herfølge nú er fýra stig undan kappingarneytunum áðrenn seinasta leikdag, og sostatt ikki kunnu takast aftur.


Teir í Herfølge mugu tó bíða í tríggjar dagar afturat eftir gullkrónunum, tí hesar verða ikki handaðar fyrr enn eftir seinasta dystin, sum verður á heimavølli móti FCK.


Sostatt hittast Todi Jónsson og Jáku Mikkelsen, sum báðir vórðu føroyameistarar við KÍ í 1991.


Todi og FCK mistu møguleikan fyri europeiskari luttøku, tá teir á heimavølli taptu 2-1 móti Lyngby, eftir at hava verið á odda í hálvleikinum. rætt at lata seg brúka í einum innanýsis donskum talvi.

Hann vil ikki gera viðmerkingar til spurningin, um endamálið er at draga tíðina út til næsta val í eini roynd at fáa sambandsflokkin og javnaðarflokkin í samgongu tá, so at teir kunnu gera eina avtalu við danir innanfyri ríkið.

?Tað kunnu fólk sjálvi gera sínar metingar um. ? Men tað skerst ikki burtur, at hetta líkist taktikkinum, sum varð brúktur, tá ið sjálvstýrislandsstýrið sat fyrst í sekstiárunum.

Har vísir Svarta Bók á, at tá spurdi amerikanarar danir, hvat teir ætlaðu at gera.

? Danski forsætisráðharrin svarar rættiliga ítøkiligt, at fyrst er ætlanin at trýsta føroyingar at koma við einum ítøkiligum útspæli, tí tað væntaðu teir ikki, at føroyingar kundu semjast um.

?Skuldi tað eydnast, er ætlanin at royna at draga tíðina út og síðani er ætlanin uppvarpa týdningin av donsku ríkisveitingini fyri livifótinum í Føroyum.

? Og tað er akkurát sami taktikkur, sum brúktur í fullveldismálinum nú, sigur Høgni Hoydal.