Jákup Eli hevur seinastu árini gjørt vart við seg á tónleika tiltakinum POP-TOP konsertini. Hetta er vælumtókta konsertin fyri nýggjar tónleika bólkar og einstaklingar, sum verður hildin hvørt ár í Grasagarði í Havn. Umframt hetta hevur Jákup Eli framført fleiri ferðir á Margarinfabrikkini í Havn.
Vit kenna Jákup Eli best, sum hann við teimum fúlu tekstinum. Men nýggja tilfari er ikki fúlt. Nú er tað kærleikin, fortíðin og tey ymsu stoppskeltini, sum eru koppaði í lívinum hjá Jákupi Eli, sum eru uppá spæl. Men tað er enn góði gamli guitarin, sum hjálpur Jákupi við teimum fangandi løgunum. Millum løgini eru nøkur fantastisk "ballingar" løg. m.o. løgini "Villa Gentan" og "Fløskan". Hetta eru løg, ið hóska seg til at taka eina kalda øl í hondina og syng við
Jákup Eli hevur fingið sær ein profil á internetinum inni á vælumtókta myspace.com portalinum. Hesin portalur verður eftir hondini brúktur av nógvum føroyskum tónleikarum. Vitja Jákup Eli á www.myspace.com/jakupeli
Her eru nakrir av hinum føroysku profilinum:
www.myspace.com/sicsix6
www.myspace.com/gestir
www.myspace.com/thedreams
www.myspace.com/makrel
www.myspace.com/braquet
www.myspace.com/48pages
www.myspace.com/teitur
www.myspace.com/storyends
www.myspace.com/peturpolson
www.myspace.com/synarchy
www.myspace.com/fosideeffect