Jákup á Dul nýggjan handil

Um eina góða viku letur Jákup á Dul upp nýggjan handil á Smyrilsvegi, har sum City hjá Farodane áður var. Talan verður um ein líknandi handil sum Skemman, men lagt verður meira á tað romantiska borðið.

- Úrvalið verður serliga møblar, smyrsl og gávulutir. Góðskan verður betri og lutirnir dýrari enn í Skemmuni, sigur Steinar Hansen, ið verður dagligur leiðari av handlinum.

Jákup á Dul eigur framman undan tríggjar handlar í Íslandi og ein í Latvia, og talan verður um sama konsept, sum ketan í USA, Jákup á Dul átti part av.

Handlarnir í Íslandi og Latvia bera allir navnið Pier, og tað fer nýggi handilin á Smyrlavegi eisini at eita.

Í løtuni verður baksast við at stilla vørur upp, og Steinar Hansen vónar, at handilin kann lata upp hósdagin 19. november.