Jákup á Borg: Søgan um sigursdansin

Tað var Súni Olsen, sum kom við sigursdansinum í 2011

Tað var stór gleði í hópinum hjá B36, eftir at teir megnaðu at vinna á Titograd úr Montenegro í 1. undanumfarinum í Europa League. Løtu seinni legði B36 út eitt sjónbandabrot við sigursdansinum hjá B36, har Jákup á Borg er høvðusmaður.

 

Les eisini: Jákup á Borg ferðast kring heimin

 

Sjónbandabrot er nú farið ein altjóða túr á netinum. Á sjálvum postinum á Instagram, har B36 legði sjónbandabrotið út, er sjónbandabrotið sæð næstan 60 túsund ferðir, har eru næstan seks túsund viðmerkingar. Flestu av teimum tykjast koma úr Turkalandi, har komandi mótstøðuliðið, Besiktas, er frá.

 

Her greiðir Jákup á Borg frá hvar sigursdansurin kemur frá:

 

- Vit byrjaðu hatta í 2011, tá Súni Olsen kom til B36 frá AaB. Síðani hava vit gjørt hatta til endaveitslur og líknandi høvi. Eftir sigur í Gibraltar í summar gjørdu vit tað á gistingarhúsinum, og avgjørdu at gera tað um vit vunnu á Titograd. Eg kann líka viðmerkja, at vit bíðaðu til allir áskoðararnir hjá teimum vóru farnir heim, tí tað er ongin háðan í tí. Tað var heldur ikki ætlað, at tað skuldi ferðast kring allan heimin, men tað er bara stuttligt, sigur Jákup á Borg.

 

FM1 sigur frá dystinum, sum verður í annaðkvøld klokkan 19. Byrjað verður at senda longu eftir tíðindini klokkan 17.