Jákup á Borg er givin á landsliðnum

30 ára gamli havnarmaðurin, sum hevur spælt við B36, HB og danska OB, hevur hvørki orku ella tíð at umboða Føroyar í altjóða høpi. Hann hevur hugsað um at takka fyri seg leingi, og nú er avgerðin tikin. Orsøkin er fyrst og fremst, at hann hevur verið illa plágaður av skaðum seinastu árini.

 

- Eg eri ikki ein unglingi longur. Eg havi tørv á hvíld, og eg seti meg ikki føran fyri at spæla við fullari megi á landsliðnum, sigur Jákup á Borg, sum er stjóri á fyritøkuni Bilrøkt.

 

Jákup á Borg sigur, at Brian Kerr harmast um avgerðina, men B36-leikarin hevur tikið støðu.

 

Jákup á Borg er skrásettur fyri 69 altjóðar landsdystir og tvey mál fyri Føroyar.