Jóhanna stjórnar Føroyagrunninum

Føroyagrunnurin frá 1971 í Klaksvík, sum eigur í JFK í Klaksvík og Norðoya Íløgufelag, hevur fingið nýggja nevndarforkvinnu.

 

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálanum, Kristina Háfoss, hevur valt Jóhannu á Bergi, stjóra í Atlantsflogi, til nýggja nevndarforkvinnu. Afturat henni hevur landsstýriskvinnan valt Anniku  Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, í nevndina.

 

Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni, sum hevur verið nevndarformaður í mong harrans ár, er farin úr nevndini. Hinir nevndarlimirnir eru Hergerð Joensen og Jóhan Andrias Reyðberg.