Jóhan Petur heiðraður við gávu

Eftir at hava verið virkin í Sjálvstýrisflokkinum í samfull seksti ár, gjørdi flokkurin av á landsfundi at heiðra Jóhan Petur Petersen við Norðskála Á landsfundi Sjálvstýrisfloksins seinasta leygardag fekk Jóhan Petur Petersen við Norðskála eina heiðursgávu frá flokkinum.

Gávan er ein borðlampa úr føroyskum gróti, sum Árni Ziska, gróthøggari á Strondum, hevur tilevnað.

Jóhan Petur hevur verið virkin í Sjálvstýrisflokkinum í samfull seksti ár, harav hann hevur verið kassameistari í fleiri enn tríati ár.

Tá ið hann fylti áttati, legði Jóhan Petur frá sær sum kassameistari.

Hann hevur trúliga luttikið á øllum fundum og tiltøkum floksins gjøgnum hesi mongu ár. Tí gjørdi flokkurin av at heiðra undangongumannin, ið hevur tikið so nógv tøk fyri flokkin upp ígjøgnum árini.

Undan landsfundinum hesaferð, ringdi Jóhan Petur Petersen og boðaði frá, at hann av heilsuávum setti seg ikki føran fyri at luttaka á landsfundinum.