Jóhan er toppskjútti í Champions League

Jóhan á Plógv Hansen er í løtuni toppskjútti í fremstu evropisku kappingini

Jóhan á Plógv Hansen, er komin væl frá byrjan í ársins Champions League kapping.

Felagið hjá vonginum, Bjerringbro-Silkeborg liggur á odda í bólki C/D við átta stigum fyri fimm dystir.

Hetta er serliga Jóhan á Plógv Hansen at takka, tí at eftir at hann skeyt níggju mál í sigri á Besiktas í vikuskiftinum, er fyrrverandi føroyski landsliðsleikarin toppskjútti í allari kappingini við 37 málum.

 

Hetta er frammanfyri leikarar sum eitt nú Anders Eggert úr Danmark, ið hevur 33 mál og finska Nico Rönnberg, ið spældi móti Føroyum herfyri. Hann hevur eisini 33 mál.