Flutningur
Um dagarnar fingu vit eitt áhugavert tips um, at Jóhan Dahl, løgtingsmaður, skal hava lagt trýst á stjóran á Strandfaraskipum Landsins, Kristian Davidsen.
Løgtingsmaðurin hevur nevniliga spurt SL, um stovnurin kann flyta fisk úr Kollafirði til Vágs. Hetta er fiskur, sum skal frystast í Vági, nú tað stendur á gloymslunum í Kollafirði.
Ikki loyvt
Tað áhugaverda er, at Jóhan Dahl sum løgtingsmaður hevur verið við til at privatiserað Farmaleiðir, sum áður tók sær av slíkum flutningi. Nú henda privatisering er framd, hevur SL slett ikki loyvi at hava flutning í eitt nú Streymoynni.
Jóhan Dahl váttar, at hann hevur spurt seg fyri hjá SL um leigu av bingjum til henda flutning, men leggur dent á, at hann als ikki hevur lagt trýst á stjóran á Strandferðsluni, sum søgur ganga um.
Bæði Kristian Davidsen, stjóri á SL og Heini á Borg, deildarleiðari, vátta, at løgtingsmaðurin og vinnulívsmaðurin hevur spurt seg fyri um nevnda flutning, men teir leggja báðir dent á, at hann á ongan hátt hevur lagt trýst á stovnin um flutningin.
- Jóhan Dahl hevur verið góður at tosað við, og hann hevur slett ikki lagt trýst á okkum, siga teir báðir.
Eftir stendur so tað, at ein løgtingsmaður, sum sjálvur hevur verið við til at sett út í kortið, nú ynskir at brúka somu almennu skipan, sum hann hevur verið við til at avtikið.
Verri fyri
Jóhan Dahl ásannar, at nøkur økir í landinum eru vorðin munandi verri fyri eftir privatiseringina av Farmaleiðum.
- Eitt er, at Strandfaraskip Landsins ikki hava loyvi til flutning í eitt nú Streymoynni, men í fyrsta umfari fekk eg eisini at vitað á SL, at stovnurin heldur ikki kundi leiga bingjurnar út til aðrar. Líkt er tó til, at ein loysn kann fáast á hesum, so bingjurnar hóast alt kunnu leigast til slíkan flutning, sigur Jóhan Dahl.
Løgtingsmaðurin sigur, at P/F Heri Thomsen, sum yvirtók Farmaleiðir fyrr í ár, ikki hevur nóg mikið av frystibingjum til slíkan flutning.
- Vit hava soleiðis ein stóran trupulleika at fáa fiskin fluttan úr Kollafirði og suður til Vágs. Nýggja skipanin, soleiðis sum hon verður praktiserað, er ein reguler forðing fyri vinnulívinum í eitt nú Suðuroy og Sandoynni, sigur Jóhan Dahl, løgtingsmaður og vinnulívsmaður.