Jógvan á Lakjuni dámar ikki tónleikin hjá 200

 

Birgar Larsen, umboðsmaður hjá bólkinum 200 sigur, at Jógvan á Lakjuni vil bannað 200. - Hatta er lygn, og ein samansvørjing ímóti mær, sigur Jógvan á Lakjuni

Umboðsmaðurin hjá 200 sigur, at Jógvan á Lakjuni vil hava tónleikin hjá 200 forbjóðan í Kringvarpinum, og at hann greiddi frá hesum í løgtinginum fríggjadagin, har hann m. a. segði, at hann setti seg í samband við útvarpsstjóran fyri at fáa hann at steðga við at spæla 200.

 

Talsmaðurin hjá 200 sigur við Planet, at Bill Justinesen tók undir við Jógvan á Lakjuni, og segði, at 200 hevði gjørt lívið hjá Jenis av Rana til eitt satt helviti. Hinvegin vísir hann á, at Høgni Hoydal helt, at nú var Løgtingið við at føra »taliban-politikk« við at banna ávísum tónleiki. Hendan viðmerking østi nógvar politikarar, sum ikki vildu samanlíknast við talibanar. Jógvan á Lakjuni hinvegin segði, at um tað banna 200 merkti tað sama sum at vera ein talibani, ja, so var hann talibani.

 

Jógvan á Lakjuni er als ikki samdur í hesum. Hann sigur seg aldrin hava sagt hetta.

 

- Hatta er lygn, og ein samansvørjing ímóti mær. Eg greiddi tinginum frá, at tá ið eg var landsstýrismaður royndi eg at steðga lagnum hjá 200, »Musclemanblað«, ið var um Jenis av Rana. Men tá ið tað er sagt, so má eg siga, at stóð tað upp til mín, so var tónleikurin hjá 200 als ikki spældur. Hatta er ikki tónleikur, sigur Jógvan á Lakjuni.

 

Spurdur um, hvørt hann hevur samanlíknað seg við talibanar, sigur Jógvan á Lakjuni soleiðis. - Eg segði, at um tað, at vilja verja føroyskt mál og føroyskan sið, er at verða ein talibani, so eri eg kanska tað, sigur Jógvan á Lakjuni.