Jógvan I størstu veiðinøgd í 2020

Men, teir høvdu ikki størsta veiðivirði. Tað hevði ein annar kenningur, sum hevur ligið í oddinum í fleiri ár.

 

Heri Henriksen og hansara menn umborð á frystilínuskipinum, Jógvani I, høvdu størstu veiðinøgd í 2020. Tað vísir uppgerðin hjá Vørn fyri farna ár. 

Men, tað var ein annar kenningur, sum hevði størsta veiðivirði - og eisini nakrar miljónir fleiri enn Jógvan I. Er hann nevndur, so er hann kendur.

Í Sosialinum, sum er komin í blaðsølurnar í dag, hava vit hugt at línuskipaflotanum, og her eru nógv spennandi tøl, sum vísa gongdina hjá øllum línuskipum.

Her eru eisini onkrar ábendingar um, hví veiðivirðið hjá fiskikonginum gjøgnum nógv ár er væl størri enn veiðivirðið hjá Jógvani I.

Í blaðnum er eisini prát við formannin í Felagnum Línuskipum, sum vísir á, at lítið og einki er at fara eftir á Flemish Kap í ár, tí heildarkvotan har er so nógv minkað.