Jógvan er samdur um bókasøvnini

Í sjónarmiði í blaðnum í gjár fanst Martin Næs at mentanarpolitikkinum hjá landinum

Bókasavn

Millum annað fanst Martin at, at landsmyndugleikarnir nú hava broytt fíggingarmynstrið til rakstur av bókasøvnum, soleiðis at gjaldsprosentið hjá landinum nú verður 40% heldur enn tey 60%, sum áður hevur verið galdandi.
Samstundis stendur landið framvegis við 60% av gjaldinum til skúlabókasavn, og tí heldur Martin, at hetta er tað sama sum at avhøvda fólkabókasøvnini. -Hvør fer at opna eitt fólkabókasavn, har landið rindar 40% av rakstrinum, tá tey samstundis vita, at eitt skúlabókasavn fær 60% endurgoldið frá landinum, spyr Martin.

Órímiligt mótvegis kommununum
Og hesum er Jógvan við Keldu púrasta samdur. Fyrrverandi landstýrismaðurin í innlendismálum, sum eisini hevur drúgvar royndir sum borgarstjóri, er sera harmur um viðgerðina, sum málið hevur fingið.
- Tað ber ikki til, at vit bara flyta øki yvir á kommunurnar, tá landið skal spara. Hetta havi eg víst á í landstýrinum, tá málið var til viðgerðar, og eg havi eisini víst á hetta undir tingviðgerðini.
Men í greinin sigur Martin, at málið varð samtykt uttan viðmerkingar til 3. viðgerð.
- Tað er rætt. Men tað er sum so óvanligt, at stórvegis viðmerkingar verða gjørdar, tá málið er komið somikið langt. Undir 2. viðgerð fanst eg at leistinum, sum hetta varð gjørt eftir, og hóast avgerðin nú er tikin, so eri eg framvegis ímóti henni, staðfestir Jógvan við Keldu.
At enda sigur hann, at hann sum so ikki er ímóti, at bókasavnsøkið verður flutt yvir á kommunurnar.
- Men tað krevur, at nakrar fortreytir eru upp á pláss, áðrenn hetta verður gjørt. Í mínum hugaheimi, so koma vit ikki at megna at hava bókasavn í hvørjari bygd. Men klára vit at hava nakrar størri kommunalar eindir, sum kunnu taka økið á seg, so er tað eitt annað mál. Tá hava vit nakrar eindir, sum veruliga megna at lyfta uppgávuna, og so er støðan jú ein heilt onnur, sigur Jógvan við Keldu at enda.