Jógvan Arge fær sekkin

Í heili 40 ár hevur Jógvan Arge verið ein ímynd av Útvarpinum. Ì morgun fall hann fyri spariknívinum, men síðsta orðið er neyvan sagt enn

- Eg skilji ikki framferðina hjá leiðsluni í Kringvarpinum.

Jógvan Arge er ein av allarkendastu røddunum Í Útvarpinum.

Men nú verður tað skjótt, at røddin tagnar.

Saman við sjey øðrum starvsfólkum í útvarpinum og Sjónvarpinum, fekk Jógvan Arge í morgun boðini um, at ætlanin er at siga hann úr starvi.

Seinastu dagarnar hevur nógv verið tosað um eina fíggjarliga kreppu í Kringvarpinum, sum umfatar bæði Sjónvarpið og Útvarpið.

Leiðslan og nevndin fyri kringvarpið er komin eftir, at tað verður neyðugt at spara 5,9 milliónir krónur næsta ár og tað gerst ikki uttan at siga fólkið úr starvi.

Og í morgun vórðu so nøvn sett á tey fólkini, sum ætlanin er at siga úr starvi og samstundis fingu tey ætlanarskriv um uppsøgn, sum tey so fáa høvi at gera viðmerkingar til.

Tilsamans standa átta nøvn á listanum yvir tey, sum Kringvarpið ætlar at siga farvæl til.

Nógv tað kendasta og nógv tað mest óvæntaða navnið á hesum listanum er Jógvan Arge, sum hjá mongum hevur verið ein ímynd av Útvarpinum.

Og tað er kanska ikki so løgið, tí hann hevur arbeitt í Útvarpinum í 40 ár og hesi seinastu 30 árini hevur hann verið í leiðandi starvi.

Hann hevur røddina, sum hvørt mansbarn kennir, ikki minst frásagnirnar frá kappróðri og fótbólti.

Men í morgun fall hann so fyri spariknívinum hjá leiðsluni fyri Kringvarpið, tí nú hevur hann fingið ætlanarskriv um uppsøgn.


Síðsta orðið neyvan sagt

Men tað er ikki ein uppsøgn, sum hann ætlar sær at góðtaka uttan víðari.

- Síðsta orðið er neyvan sagt í hesum máli, sigur hann í stuttari viðmerking við Sosialin.

Hann viðgongur, at uppsøgnin kom ógvuliga dátt við.

Eftir hansara tykki er álitið ímillum hann og leiðsluna fyri Kringvarpið brotið og tað er leiðslan fyri Kringvarpið, sum hevur framt hetta álitisbrot.

Tí fer hann nú at kanna møguleikarnar fyri at fara víðari við málinum.

- Eg var programmleiðari til 1. oktober í ár. Men so varð tað starvið niðurlagt og tá traðkaði eg loyalt til síðis sum programmleiðari, sigur Jógvan Arge.

- Men tá gjørdi seg samstundis eina avtalu við leiðsluna, at eg skuldi fara í annað starv Kringvarpinum.

Tað var eftir uppskotið frá leiðsluni, at tann avtalan varð gjørd.

- Tað eru ikki meiri enn hálvur triði mánaði síðani, at hendan avtalan varð gjørd ímillum meg og leiðsluna fyri Kringvarpið og sostatt meti eg, at leiðslan hevur framt álitisbrot.

- Tí skilji eg ikki mannagongdina hjá leiðsluni og nú fari eg at kanna møguleikarnar at fara víðari við málinum, leggur hann afturat.


Beinir fyri Útvarpinum

Jógvan Arge hevur ikki so nógvar viðmerkingar til spurningin um, hví hann heldur, at Kringvarpið er komið í hesa støðuna, at tað varð neyðugt at siga átta fólkum upp í morgun.

Men hann ivast onga løtu í, at samanleggingin ímillum Ùtvarpið og Sjónvarpið er í ferð við at beina fyri Útvarpinum hjá Kringvarpinum.

- Tað er ein gongd, sum er væl á veg og eg vænti at hendan gongdin fer at halda fram, sigur hann.

- Tað er øll tekin til, at Útvarpið verður niðurlagað og at Sjónvarpið verður tikið framum, tí líkt er til, at peningur verður slúsaður úr Útvarpinum yvir í Sjónvarpið.

Hann nevnir sum dømi, at táið Útvarpið og Sjónvarpið vórðu samanløgd í Kringvarp Føroya, hevði Útvarpið verið rættiliga væl fyri fíggjarliga í mong ár og átti 13 milliónir á bók.

- Nú havi eg latið mær fortalt, at tað eru bara fýra milliónir eftir, sigur Jógvan Arge.

Anniku Mittún Jacobsen, stjóri fyri Kringvarpinum vil ikki gera viðmerkingar til ítøkilig mál og tí hevur hon ongar viðmerkingar til tað, sum Jógvan Arge førir fram.



Kringvarpið hjálpir starvsfólki víðari

Í morgin fingu átta fólk ætlanarskriv um uppsøgn í Kringvarpinum.

Annika Mittún Jacobsen, stjóri fyri Kringvarpið, vil ikki gera viðmerkingar til einstøk mál í sambandi við tey átta fólkini, sum ætlanin nú er at siga upp í Kringvarpinum.

Men hon følir við øllum teimum, sum hava fingið ætlanarskriv um uppsøgn og Kringvarpið hevur givið teimum bæði løgfrøðing, sálarfrøðing og sosialráðgevara til taks í morgun.

- Hetta eru menniskjalagnur, men vit ætla at gera okkara til at hjálpa teimum at koma víðari.

Hon sigur, at tey, sum ætlanin er at siga upp, eru ikki vald eftir nøkrum ávísum leisti.

- Tað eru tey, sum vit í leiðslu og nevnd eru samd um at siga upp og tey eru spjadd um allan stovnin, sigur hon.

Ì morgun hittust tey uppsøgdu starvsfólkini á fundi at viðgera støðuna.

Har fáa tey eisini kunning um, hvørji rættindi tey hava í sambandi við ætlanarskrivi um uppsøgn.

Men kemir eitt eftirspæl, taka vit tað upp.

Hon leggur afturat, at tað slepst ikki undan, at uppsagnirnar fara at ávirka sendingarnar, men tann partin av sparingunum fer leiðsla og nevnd í Kringvarpinum at viðgera nærri teir næstu dagarnar.

Men hon leggur afturat, at nú eru tær sparingar gjørdar í Kringvarpinum, sum skulu gerast.