Í Degi & Viku trettandakvøld, segði Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður við fíggjarmálum, at Javnaðarflokkurin nú aftur var á rættari kós, tí hann m.a. hevði bjargað húsarhaldinum og strandfaraskipunum undan hækkandi oljuavgjøldum.
Stuttíðarminnið hjá landsstýrismanninum má vera farið at bila, tí tað var Jóannes sjálvur, sum við fíggjarlógaruppskotinum skjeyt upp og tvíhelt um, at húsarhaldini og strandfaraskipini skuldu gjalda hægri oljuavgjøld.
Broytingar vórðu gjørdar í Fíggjarnevndini
Fíggjarnevndin var hinvegin á einum máli um, at javnaðarlandsstýrismaðurin var alt ov grammur at skriva út rokningar til bæði húsarhald og vinnu, soleiðis sum tíðirnar eru.
Tí skjeyt Fíggjarnevndin í sínum áliti upp at gera nakrar broytingar, sum Løgtingið tók undir við.
Broytingarnar vórðu framdar fyri at forða formanni Javnaðarfloksins at leggja uppaftur størri byrðar á frammanundan sperdu húsarhaldini, og fyri at sleppa útjaðaranum undan hægri ferðaseðlaprísum og lækkandi túratali við strandfaraskipunum orsakað av hægri oljuavgjøldum.
Broytingar vórðu m.a. eisini gjørdar í játtanini til mjólkastuðul, fyri at sleppa barnafamiljum undan hækkandi mjólkaprísum.
Sólar sær í lántum fjaðrum
Jóannes sólar sær tí í læntum fjaðrum, tá hann einans speglar sær sjálvum og sínum egna flokki í broytingunum, sum vórðu framdar í Fíggjarnevndini, tá fíggjarlógaruppskotið var til viðgerðar.
Hann átti heldur at takka hinum flokkunum á Løgtingi fyri at hava bjargað Javnaðarflokkinum undan einum stórum parti av sínum egna uppskoti.