Leygarkvøldið kl. 19:30 fáa øll tey, ið dáma væl at lurta eftir góðum sangi og tónleiki, ein serstakan møguleika til hetta. Tá fáa norðoyingar nevniliga vitjan av Jóannesi S. Hansen og eini 10 øðrum tónleikahugaðum fólki, sum hetta kvøldið fara at spæla og syngja saman og saman við áhoyrarunum.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at hetta tiltakið verður fyriskipað. Jóanes og vinfólk hansara hava áður vitjað millum annað á Viðareiði og á Glyvrum. Óhugsandi er ikki, at tey fara at vitja onnur støð eisini.
Talan verður um góðar og kendar sangir, ið verða sungnir í samkomum kring landið, og sum hesaferð verða frambornir við einum hópi av ymiskum ljóðførum: flygil, keyboard, violin, harmoniku og ymiskum sløgum av guittarum.
Aftaná sangløtuna verður ein drekkamunnur á skránni, har gott høvi verður at fáa eitt prát við onnur fólk.
Hugsandi er, at nógvir norðoyingar fara til tiltakið, men at eisini fólk úr øllum landinum leggja sær leiðina til Betesda hetta kvøldið.
sb.










