Tað eru flest øll í Føroyum, sum hava hoyrt navn hansara. Tað sermerkta við hesum
arbeiðssama og gávuríka manninum er, at ymisk fólk kenna hann í ymiskum
sambondum, sum einki hava hvørt við annað at gera. Hann er
studentaskúlalærari í dagliga yrki sínum. Og so er hann
ítróttartíðindamaður, høvundur, samfelagsfrøðingur, sjónvarpsviðmerkjari,
hagtalssnillingur, vertur í ymiskum tiltøkum, limur í fleiri nevndum og so
nógv annað& Men framum alt - ein góður maður, pápi og abbi. Jú, maðurin er sjálvandi Jóannes Hansen - Jóannes á Toftum ella Jóannes hjá Sannu, sum
onkur kallar hann, fyri at skilja hendan fryntliga toftamannin út frá
fleiri øðrum, ið bera júst sama navn.
Jóannes Anfinnur Hansen er ættaður úr Klaksvík og er uppvaksin har. Hann er føddur tann 19. august 1955, sum miðlingur í einum systkinaflokki uppá trý, harav hini bæði búgva í heimbýnum. Tey eru Hanus, skipari, og Finngerð Joensen, bankakvinna. Foreldur Jóannes eru Karstin Elias Hansen (vanliga nevndur Karstin í Svínoy, 1920-2001) og Ragnhild, f. Joensen í 1927, úr Heimistovu í Svínoy. Foreldrini vuksu bæði upp úti í Svínoy, sjálvt um Karstin hevði røtur sínar á Toftum, har Jóannes sjálvur festi búgv nógv ár seinni.
Longu sum skúladrongur í Klaksvík sýndi Jóannes politikki og
samfelagsviðurskiftum stóran áhuga. Hann var eisini raskur at telva og
sparka bólt. Jóannes var virkin í KÍ, og hann fekk eisini nakrar dystir á
besta liði felagsins í 1. deild í fyrru helvt av sjeytiárunum.
Jóannes fekk studentarhúgvu í 1975. Tað er vert at minna á, at hann í
Hoydølum var vitni til nógv umrødda málstríðið, tá ið nakrir studentar
bardust fyri sjálvsagda rætti sínum at tosa á móðurmálinum til prøvtøkur.
Jóannes fór á læraraskúla í Havn í 1976. Hann gekk tey fyrstu tvey árini í
Føroyum, og so restina niðri á Emdrupborg Seminarium, har hann varð liðugur í 1980. Hann starvaðist árini 1980-1984 sum lærari í Jakobskolen, ið er kristin frískúli á Frederiksberg. Fór so at nema sær víðari útbúgving og
gjørdist cand.mag í samfelagsfrøði og landalæru á Roskilde
Universitetscenter í 1987. Tað árið flutti familian heim til Føroya, har
Jóannes fekk starv sum adjunktur á Studentaskúlanum við Gøtugjógv, sum
seinni bleiv fluttur á Kambsdal. Har hevur hann arbeitt síðani, væl
umtøktur og dámdur av starvsfeløgum og næmingum.
Ivaleyst øll tey, sum hava gingið til samfelagstímarnar hjá Jóannesi
Hansen, kunnu staðfesta - hann er ein tann besti lærarin, tey nakrantíð
hava havt. Altíð fyrikomandi og í góðum lag, væl fyrireikaður, dugir
toftamaðurin lýtaleyst at siga frá øllum viðkomandi evnum. Pedagogiskar
royndir frá undirvísing í fólkaskúla og framúr góðar talugávur, blandaðar
við ómetaligari almennari vitan hjá Jóannesi geva einum sanna fragd av at
sita til tímar hansara.
Áhugin fyri altjóða samfelagsviðurskiftum leiddi Jóannes til Onglands, har
hann var á ársskeiði í politikki og fjølmiðlum í 1995-1996 á Brooks
University í Oxford.
Jóannes hevur eisini verið virkin í føroyskum kommunupolitikki. Í 1992 varð hann valdur í stýrið í Nes kommunu og sat valskeiðið 1996-2000 sum
næstformaður.
Nógv kenna Jóannes frá sjónvarpsvalsendingum, har hann á sín eyðkenna,
siðiliga hátt greiðir hyggjarum frá tendensum í valstríðnum, framgongdum og afturgongdum hjá flokkunum í valdømum og ymsum partapolitiskum rákum í sambandi við valið. Tað er ringt, um ikki ógjørligt, at avdúka, hvønn flokk maðurin sjálvur hevði valt hendan dagin - sum ein framúr góður
samfelagsfrøðingur og journalistur í einum, megnar Jóannes so meistarliga
at vera uttanveltaður og halda lágan profil. Tað er einki at ivast í, at
luttøkan hjá Jóannesi Hansen ger valsendingarnar uppaftur meira spennandi
og áhugaverdar.
Jóannes hevur - saman við øðrum serfrøðingum innan altjóða rætt og altjóða
politikk - í fleiri ár verið virkin í Grundlógarnevndini, ið bleiv sett av
fullveldissamgonguni til tess at fyrireika teirri føroysku tjóðuni eina
grundlóg.
Tað var sjálvandi ikki av tilvild, at Jóannes á sinni átók sær uppgávuna at
savna og samskipa valtøl, sum seinni gjørdist 3. bind av framúrskarandi
útgávuni Føroya Løgting 150 ár". Tað eru sera fá, sum kenna og minnast
hagtalsliga partin av nýggjari politisku søgu føroyinga so væl, sum
samfelagsfrøðingurin av Toftum ger.
Hugin til pennin hevur Jóannes altíð havt. Longu miðskeiðis í sjeytiárunum
var tann ungi klaksvíkingurin blaðstjóri á Norðlýsinum í eitt skifti,
áðrenn hann fór suður til Havnar at lesa víðari. Eisini hevur fyrrverandi
KÍ-leikarin fylgt nógv við fótbólti - bæði føroyskum og útlendskum.
Soleiðis fingu føroyingar gleði av at kunna lesa í Sosialinum altíð
áhugaverdar ítróttargreinar og stubbar hjá -jh- og -nn-.
Klaksvíkingurin á Toftum leggur sjálvandi størsta dentin á fótbólt, tó
skrivar hann eisini um kappróður og so onkra hendingagrein um aðra ítrótt.
Sosialurin hevur í mong ár verið at kalla annað arbeiðsplássið hjá
Jóannesi, men hann hevur eisini skrivað tilfar til nógvar leikskráir hjá
B68 og landsliðnum. Jóannes var í fleiri ár talsmaður hjá FSF og stóð fyri
tíðindafundum eftir landsdystir hjá fótbóltslandsliðnum.
Føroyska fótbóltslandsliðið er hjartabarnið hjá tíðindamanninum Jóannesi
Hansen. Jugoslavia og Russland, Kýpros og Írland og aðrastaðni við
ferðaðist hann við fremsta føroyska umboði úti í Europa og sendi heim sínar
frálíku frásagnir um dystirnar. Sum úrslit av tí gav Jóannes sjálvur annar
út Landsliðssøguna í 10 ár" í 1997.
Kortini man størsta verk Jóannesar innan ítróttarjournalistikk vera
Fótbóltsárbókin, sum hann saman við øðrum gav út árini 1992-2003. Jóannes kom uppí hesa útgávuna í 1993, og hann var at siga høvuðskraftin aftanfyri, líka til hon - tíverri fyri so mong - helt uppat. Í eitt heilt
tíggjuáraskeið hevði árbókin verið yndisjólagáva hjá teimum flestu
fótbóltsáhugaðu í Føroyum.
Í útlendskum fótbólti hevur Jóannes - serliga í seinastuni - fingið nógvar
góðar løtur av tí fína spælinum hjá Arsenal, sum hann altíð hevur hildið
við í Onlgandi. Í heimligu kappingini munnu KÍ og B68 standa
klaksvíkinginum á Toftum næst, sjálvt um hann dugir at krógva hetta í
skriving sínari!
Størsta grundin til, at Jóannes valdi at búsetast á Toftum, man vera tann,
at hann fekk sær konu haðani. Sanna kemur úr tí stóra barnaflokkinum hjá tí
navnframa skiparanum Júst í Túni, f. Hansen, sála, ið sum flest øllum
kunnugt var toftamaður, og Maju, f. Guttesen úr Havn. Jóannes og Sanna, sum eru trímenningar í faðirætt (Karstin í Svínoy var av Túni-slagnum av Toftum og systkinabarn Júst), komu saman í 1977, giftust í februar árið eftir og fluttu síðani til Danmarkar í útbúgvingarørundum. Í Keypmannahavn blivu genturnar báðar føddar - Randi kom til verðina tann 9. januar 1979 og
Elisabeth tann 1.desember 1983. Randi og maður hennara, runavíkingurin
Símun J. Hansen, búleikast nú í danska høvuðstaðnum saman við skjótt eitt
ára gomlu Sonnu - ábbadóttir Jóannes. Elisabeth er trúlovað við
fuglfirðinginum Jóhan á Lakjuni og býr heima. Tað er merkisvert, at báðar
døtur og báðir versynir Sonnu og Jóannes eru tónleikakøn - á ein ella annan
hátt - og tey hava øll luttikið í ymiskum framførslum og fløguútgávum!
Heimið hjá Sonnu og Jóannesi við vøkrum útsýni yvir á Strendur er sera
hugnaligt og gestablítt. Tað er fáur dagur, at eingin vitjandi bankar uppá.
Hóast nógv upptikin - Sanna er jarðamóður í Havn og maðurin er virkin í so
nógvum í senn - hava tey altíð stundir til gestirnar.
Jóannes er persónliga trúgvandi maður, og hetta merkir lív hansara. Hann og
Sanna hava sína gongd og eru sannir stuðlar hjá Nebo, sum er Brøðrasamkoma á Toftum. Nógv orka er løgd og stórt arbeiði er gjørt av einari lutfalsliga lítlari samkomu, nú nýtt og størri samkomuhús verður reist í bygdini.
Jóannes hevur so sannliga stóran og breiðan vinarskara, tí kann roknast
við, at nógv koma at heilsa uppá føðingardagsbarnið heima hjá honum nú
hóskvøldið.
Góði Jóannes, tær við famuljuni verður ynskt hjartaliga tillukku við tí
runda degnum, Harrans signing og alt tað besta í framtíðini.
Ivan E.