Jóannes Eidesgaard: Fullveldisuppskotið skrædnaði í einum

Formaðurin í Javnaðarflokkinum gjørdist ikki sørt skakkur av harða útspælinum hjá donsku stjórnini, men hann staðfestir samstundis, at fullveldisuppskotið hjá landsstýrinum fekk eitt so hart skot fyri bógvin, at alt skrædnaði í einum. ? Samgongan rann undan spurninginum um stuttu skiftistíðina, men tann spurningin verða teir noyddir til at svara upp á tá teir koma til Føroya, sigur Jóannes Eidesgaard

Nú samgongan hevur verið í Danmark og lagt sítt samráðingarupplegg fyri donsku stjórnina, sótu andstøðuflokkarnir báðir eftir heima í Føroyum og lurtaðu eftri tí sum fyrifórst í Keypmannahavn.

Og hóast Jóannes ikki er samdur við ætlanini hjá samgonguni, so var tað ikki søtur tónleikur, sum tónaði inn í oyruni á Jóannesi Eidesgaard, tá hann hoyrdi tað, sum forsætismálaráðharrin hevði at bjóða føroyingum.

- Fráboðanin hjá Nyrup um, at vit fáa eina búskaparliga skiftistíð upp á millum trý og fýra ár ger, at øll fullveldisætlanin hjá samgonguni skrædnaði í einum, sigur Jóannes Eidesgaard.

Hann vísir á, at grundarlagið undir samráðingunum hjá landsstýrinum við donsku stjórnina er, at skiftistíðin skal verða 10 til 15 ár, men tað verður so av ongum og tað merkir, at grundarlagið er burtur.

- Samstundis segði Nyrup eisini, at øll rættindir, sum føroyingar hava í Danmark fella burtur, og samstundis skulu vit til at gjalda fyri tær tænastur, sum vit fáa í Danmark framyvir. Hatta eru knallharðar tryetir, men samstundis realistiskar treytir, tí ætla vit at taka fullveldi, so kostar tað eisini, sigur Jóannes Eidesgaard.


Beinhart útspæl

Formaður Javnaðarfloksins er eitt sindur bilsin av útsøgnini hjá Nyrupi, men kortini sigur hann hana ikki vera so langt frá tí, sum formenninir í donsku andstøðuflokkunum hava sagt. Bæði Anders Fgh Rasmussen og Bendt Bendtsen hava sagt, at teir halda, at skiftistíðin skal ikki vera longri enn 5 ár og tað er tað, sum forsætisráðharrin hevur staðfest í dag.

- Hatta vísir tað, sum m. a. vit hava sagt frammanundan, at tað er gott samstarv millum andstøðu og samgongu í Danmark og tað vísir seg eisini, at teir hava somu fatan av málinum. Hetta samsvarar eisini við tað, sum ein donsk blaðkvinna, Nina Lauritsen segði við Sosialin fríggjadagin, at føroyingar skulu ikki vænta sær tað stóra. Hennara fatan er, at tað er eitt gott samstarv millum flokkarnar í Fólkatinginum og tað er tað, sum vit hava sæð í dag, sigur Jóannes.

Tað sum Jóannes kortini hevur fest seg mest við í sambandi við greiðu fráboðan Nyrups er, at samgongan noktar at taka støðu til »tilboðið« frá stjórnini.

- Tað haldi eg verða serstakliga løgið. Eingin teirra vildi siga eitt orð um tað, sum stjórnin vil geva føroyingum, men tað er helst tí, at teir nú sita við einum ótrúliga stórum politiskum trupulleika. Tað er, at teir eru farnir til Danmarkar við einum dreymi ? ella illusión ? um, at teir kunnu fáa tað teir peika á. Tað vita tey nú, at tey ikki fáa, og tann trupulleikan misunni eg teimum als ikki, sigur Jóannes.


Runnu undan

Jóannes Eidesgaard heldur, at føroyska sendinevndin kanska hevði stutt skotbrá til at svara upp á knøppu spurningarnar til knøppu útmeldingina, men hann heldur kortini, at teir hava gjørt ov nógv av at renna undan svarinum.

- Sjálvandi er tað torført upp á standandi fót, at svara upp á eitt slíkt upplegg, sum fer so langt frá eins egna uppleggið, men kortini haldi eg, at teir hava skyldu til at svara upp á tað. Men teir skulu ikki undir nøkrum umstøðum trúgva, at tey, tá tey koma aftur til lands, sleppa undan at svara,s igur Jóannes.

Og hann leggur afturat, at samgongan hevur fingið ein sera álvarsaman trupulleika, sum teir fáa ilt við at forklára seg burturúr.

- Hetta eiga føroyskir fjølmiðlar at leggja sær í geyma tá sendinevndin kemur aftur til Føroya. Hon eigur eisini at leggja seg eftir, at spyrja um tað er satt, at føroysku myndugleikarnir ætlaðu at myrkaleggja samráðingarnar, sum tíðindi ganga um í Danmark. Er tað satt, so er tað ótrúliga ódámligt.

- Tað er møguligt, at teir ætlaðu sær at kvala kjakaið áðrenn tað kom í gongd, men tað er miseydnast, sigru Jóannes.


Kjakið verður meira beinrakið

Støðan í dag er eitt sindur øðrvísi enn hon var fyri bara heilt fáum døgum síðani, heldur Jóannes. Nú sendinevndin kemur heimaftur ? at kalla ? ongul í reyv, hevur kjakið í Føroyum kortini fingið eitt meira málrættað innihald.

- Áðrenn hava vit so at siga bara kjakast út frá uppleggum hjá flokkunum, uttan greitt at vita, hvat tað er, sum stjórnin vil ganga við til. Tað vita vit nú, og tað fer at hava við sær, at kjakið kann snarast meira beint inn á tað, sum tað snýr seg um, og tað er, at tað kostar pening, um vit ætla okkum at taka fullveldið, sigur Jóannes.

Hansara fatan er, at føroyingar ikki hava yvirtikið tað, sum vit eiga í nøkrum málum, sum nú eru undir føroyskari umsiting. Hann nevnir almannamál, skúlamál og heilsumál og sigur, at hesi eru føroysk men epningurin er danskur.

- Og nú hava vit fingið staðfest, at tá vit yvirtaka tey ? við fullveldinum ? so kostar tað eisini í krónum og oyrum í ríkisveitinigini. Hatta er bara ein náttúrlig avleiðing, sum ikki øll hava staðfest, men sum nú er sligin rimmarføst við tíggjutummaseymi, sigur Jóannes.

- Tjóðveldismenn fara kanska at royna at halda fast við, at tað sum Nyrup segði var fýrakantað, men tað er í veruleikanum Tjóðveldisflokkurin, sum nú hevur fingið ein sera stóran trupulleika, tí hann hevur rent seg so rimmarfastan. Fólkaflokkurin harafturímóti hevur fingið tey boðini teir leitaðu eftir, og tað var, at tað kostar ov nógv at taka fullveldið, sigur Jóannes Eidesgaard.

- Og so kann Óli Breckmann, sum ikki hevur verið so heitur talsmaður fyri fullveldinum siga hvat hann vil í útvarpinum.


Tað fer at síggjast aftur

Niðurstøðan hjá Jóannesi er, at nú fráboðanin um hvar danska stjórnin stendur er komin, áttu vit at fingið búskaparfrøðingar at roknað út, hvat tað kemur at kosta um skiftistíðin bert verður trý til fýra ár.

- Hon hevði við vissu víst, at tað av álvara fer at síggjast aftur á føroysku vælferðini og tað trúgvi eg ikki, at fullveldisætlanin tolir. Í hvussu er hevði ein veljarakanning gjørd í dag verið nógv meira ímóti fullveldisuppskotinum enn tann sum Sosialurin og SvF vísti.

Hann vísir á, at ein búskaparlig skiftistíð upp á trý til fýra ár, eftir hansara fatan hevði havt við sær, at blokkurin og restpeningurin til danskar stovnar í Føroyum, íalt 1,3 millión hevði havt við sær, at stuðulin hevði minkað við 325 milliónum um árið, og tí hevði yvirskotið á fíggjarlógini verið burtur. Og tað trúgvi eg ikki fólk taka undir við, sigur Jóannes at enda.