Jóanis Albert saltar skinn

Í Sandavági ganga smádreingir hús úr húsi og savna saman seyðaskinn, sum teir salta og selja

Summi halda tað vera skeivt at blaka seyðaskinnini burtur, hóast lítið fæst fyri tey. Hugsanin er, at savnar tú bara nóg nógv, kann tað geva eitt sindur av sær.
Tað hava tveir sandavágsdreingir tikið til sín. Jóanis Albert hevur saman við eldra bróðrinum, Andriasi, sett eina plakat upp, har teir heita á fólk um at siga sær frá, tá tey fletta. So skulu teir taka sær av skinnunum.
Tað hava fólk so tikið til eftirtektar, og hugagóður hava teir so gingið runt og savnað skinn.
Hendan dagin kom Jóanis Albert stríðandi við eini fullari trillubøru við skinnum. Og hann skuldi eftir meira, greiddi hann frá, meðan hann breiddi skinnini uttan fyri hjá abbanum. Skyldmaðurin, Hanus, var og hjálpti honum.
Jóanis Albert segði, at teir høvdu fingið heilt nógv skinn. Fleiri hundrað.
Jú, tað kann vera strævið at baksast við stórar trillubørur, tá menninir eru smáir.
Men teir vænta sær okkurt afturfyri. Og tað dregur.