OB, sum í vetrarsteðginum hevur verið á aftasta plássi í Superliguni, fekk í kvøld vitjan av Randers, har tingini eiheldur ganga væl serliga væl eftir fýra tap á rað.
Jóan Símun Edmundsson byrjaði inni í álopinum hjá OB, meðan Brandur Hendriksson nú eins og komandi tíðina situr uttanfyri við einum slitnum krossbandi.
Randers byrjaði dystin best, men tá ið 24 minuttir vóru farnir tók Jóan Símun Edmundsson sakina í egnar hendur. Hann rak framvið einum leikara á vonginum og langaði eitt vakurt langskot í mál til 1-0 til heimaliðið.
Tað var ikki síðsta OB-perlan í dystinum. Fyrst setti Rasmus Jönsson tríggjar mans av og potaði bóltin í mál til 2-0, áðrenn hann eitt korter fyri leiklok sneiddi eitt frálít skot upp í málhornið til 3-0 til OB.
Tað komu ikki fleiri mál í dystinum. Jóan Símun spældi allan dystin. Við sigrinum hevur OB vunnið seg upp á 21 stig og samstundis av aftasta plássi upp á næstaftasta pláss.