Jóan Símun sleppur ikki á vøllin í dag

2. Bundesligan: Arminia Bielefeld skuldi spæla í kvøld, men nú er alt avlýst

Arminia Bielefeld skuldi í kvøld spæla móti VfL Osnabrück í 2. Bundesliguni, men nú er dysturin útsettur. Týska fótbóltssambandið hevur avlýst allar dystir hetta vikuskiftið í bæði Bundesliguni og 2. Bundesliguni.

Upprunaliga skuldi Arminia Bielefeld á heimavølli spæla móti VfL Osnabrück, men uttan áskoðarar. Fyrrí dag hevur enska Premier League og franska La Liga boða frá, at dystirnir eru útsettir. Seinnapartin kom so týska fótbóltssambandið eisini við síni útmelding.

Jóan Símun Edmundsson hevur verið darvaður av skaða og sat yvir móti VfL Stuttgart í farna umfari. Hann hevði heldur ikki spælt við í dag, men nú verður dysturin av ongum. Spælararnir fingu boðini tveir tímar fyri dystarbyrjan.

##med2##