Tað var eitt sindur av roki rundanum føroyska landsliðsprofilin, Jóan Símun Edmundsson, fyri stuttari tíð síðani. Eftir at Jóan Símun Edmundsson og OB ikki kundu semjast um at skriva nýggjan sáttmála fyri tveimum vikum síðani, boðaði OB dagin eftir frá, at Jóan Símun Edmundsson, ikki skuldi við besta liðnum hjá OB á venjingarlegu í Spania.
Tá OB so var á venjingarlegu í Spania í seinastu viku, vandi Jóan Símun Edmundsson við U19 liðnum hjá felagnum, har ætlanin var, at Jóan Símun Edmundsson skuldi skifta til útlendskt felag, áðrenn flytingarvindeygað mikukvøldið í seinastu viku lat aftur.
Men eitt skiftið til útlandið varð av ongum. Við heimasíðuna fyens.dk, sigur Morten Wamsler, ið hevur ábyrgdina av samskiftinum hjá OB, at eitt skiftið til eitt útlendskt felag var høvuðsorsøkin til, at Jóan Símun Edmundsson ikki var við á venjingarleguni.
- Vit hava ikki ivast í motivatiónini hjá Jóan Símuni Edmundsson. Vit hildu bara, at hann fór at hava tað trupult við varðveita fokus á venjingarleguni, tá hann var í samráðingum við onnur feløg, sigur Morten Wamsler, sum ikki vísir aftur, at Jóan Símun Edmundsson framvegis kann skifta til útlendskt felag, tá flytingarvindeygað í fleiri londum enn er opið.
Kent Nielsen, høvuðsvenjari í OB, sigur, at útgangsstøðið hjá Jóan Símun Edmundsson í OB nú er tað sama sum hjá hinum í felagnum.
- Eftir at vit eru komnir heim úr Spania, hevur Jóan Símun Edmundsson aftur kappast á jøvnum fóti við hinar í hópinum.
Jóan Símun Edmundsson og OB byrja Superliguna aftur sunnudagin, tá OB møtir FC Helsingør á heimavølli.