Jóan Símun á blettinum fyri eykaliðið

Útifyrsti toftamaðurin tykist spælt seg í hitan í norska Viking Stavanger. Fyrr í vikuni fekk hann spælitíð á besta liðnum, og í dag bæði legði hann upp og skoraði fyri eykaliðið hjá Viking Stavanger.

 

Jóan Símun Edmundsson hevur ikki í sinni at leggja kongin, hóast venjarin í felagnum hevur boðað frá, at hann onga framtíð hevur í Viking Stavanger.

 

Í dag spældi eykaliðið móti oddaliðnum Vidar. Úrslitið gjørdist ein knúsandi 4-0 sigur til føroyska landsliðsspælaran og hansara liðfelagar.

 

Longu aftaná tveir minuttir legði Jóan Símun Viking á odda við góðum skoti, sum málverjin hjá Vidar einki kundi gera við, skrivar heimsíðan hjá Viking Stavanger. Viking Stavanger vann heili 4-0 og Jóan Símun átti eisini uppleggið til eitt av teimum málunum.

 

Jóan Símun hevur í seinastuni verið settur í samband við eitt skiftið til føroyskan fótbólt síðani tað gjørdist greitt, at hann onga framtíð hevur í Viking Stavanger. Spurningurin er so, um Jóan Símun er við at spæla seg í hitan aftur í Viking Stavanger?