Ikki nógvar upplýsingar eru komnir frá Rand Memorial Sjúkrahúsið í Bahamas síðan sonurin hjá John Travolta og Kelly Preston lat lív bert 16 ára gamal. Læknar hava kannað orsøkina til deyða Jett?s, men lítið er at frætta frá sjúkrahúsinum um kanningina. Tó hava ávísar upplýsingar funnið sín veg til miðlarnar, og greitt er at ivi kann sáast um hvørt Jett doyði av sjúk hansara Kawasaki sjúkuni, ella um falli á vesigólvi var tað í kostaði honum lívið.
Fríggjamorgun bleiv Jett Travolta funnin deyður ? eftir nógv álop av tí sjáldsomu sjúkuni Kawasaki sjúkuni. Tann 16 ára gamli drongurin hevði væntandi sligið høvdi í eftir eitt álop, og tí er ivi um, hvørt drongurin doyði av slagnum til høvdu ella av sjúkuni.
Líkið í góðum standi:
Sambært Glen Campbell, sum varðar av líkinum hjá Jett Travolta, var lík hansara í sera góðum standi, og hann er ikki í iva. Glen Campbell sigur, at einki var at síggja á høvdinum hjá Jett Travolta, og tískil var tað sjúkan í tók lívið av honum, og ikki bresturin til høvdu.
John Travolta og Kelly Preston fingu áðrenn læknakanningina av líkinum hjá Jett, játta loyvi at hava teirra familju lækna, Mark Smith, til staðar undir kanningina av Jett, soleiðis at eingin ivi skuldi verða um deyða hansara.
Jarðast mikudagin:
Eftir læknakanningina bleiv líkið hjá Jett fluttur frá Rand Memorial sjúkrahúsið til Restview Funeral Home í Freeport. Sambært AP vil Jett Travolta verða fluttur til Florida skjótast gjørligt, og væntandi verður hann jarðaður mikudagin nærhendis heiminum hjá Travolta parinum í Ocala.