Íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, hevur vanliga fingið dygga undirtøku, tá íslendingar eru spurdir, hvat teir halda um hann. Men nú vísir ein nýggj kanning hjá Stöð 2 og Fréttablaðnum, at minni enn helmingurin av teimum spurdu vilja hava forsetan at stilla upp aftur á forsetavalinum næsta ár.
Í kanningini siga 48 prosent, at tey vilja hava Ólaf at stilla upp til eitt valskeið afturat, men 52 prosent halda ikki, at hann eigur at royna aftur.
Tey, sum hava gjørt kanningina, hava eisini kannað, hvat veljararnir hjá teimum einstøku flokkunum siga. Her vísir tað seg, at 56 prosent av veljarunum hjá andstøðuni vilja hava Ólaf Ragnar Grímsson at stilla upp aftur næsta ár. Bara 30 prosent av veljarunum hjá stjórnarflokkunum hava ta áskoðanina.










