Kári P. Højgaard
løgtingsmaður
Kommunurnar eru blivnar leikarar í einum ótespuligum sjónleiki, har samgonguavtala og vallyfti skulu ganga upp í eina hægri eind. Avtalan við kommunurnar var greið; við gjøgnumskygni skuldu uppgávur flytast frá landi til kommunur. Tað landskassin spardi, minkaði landskatturin, og kommunuskatturin skuldi hækka tillsvarandi
Á løgtingsfundinum mikudagin svaraði Bárður Nielsen tveimum munnligum fyrispurningum um ætlaða skattalættan hjá samgonguni. Somuleiðis bleiv landstýrismaðurin spurdur, um talan var um skattalætta ella eina veruliga hækking fyri flestu borgarar, og hvussu nógv ávikavist landskassin og kommunurnar skuldu fyri skattalættan.
Bárður Nielsen svaraði, at av teimum 105 mió ber landskassin 92 mió. og kommunurnar 13 mió.
Veruligi skattalættin uttan Barsilskipanina var 37 mió. og við skipanini 19 mió.
Høvuðsboðskapurin var, at nú hevði samgongan lækkað skattin, og at tað helst ikki var neyðugt hjá nógvum kommunum at hækka skattaprosentið, tí tær vóru so væl fyri. Sambært tølum eg havi fingið kosta Barnaverndarøkið, Dagstovnaøkið, Barsilskipanin, botnfrádrátturin endurgjald fyri skúlabarnaflutning, stuðul til bókasøvn og stuðul til umsorganararbeiði tilsamans 72.600.000. Hetta ger, at kommunur í meðal verða noyddar at hækka skattin 1,4 %.
Borgarstjórin í Havn hevur rópað varskó, og tað er væl skiljandi. At landið einvíst hækkar botnfrádráttin og marknaðarførir ein skattalætta, ið kommunurnar bera bróðurpartin av og flestu borgarar uppliva sum eina hækking, má fáa Føroya Kommunufelag og Kommunusamskipan Føroya at umhugsa sína støðu til, um landið hevur hildið sín part av avtaluni mótvegis kommununum.