Í gjár fekk VÍF spælarin, Heini Hanusarson, 5.000 krónur í bót, fyri viðmekringar um dómararnar eftir seinasta dystin í bólkaspælinum í steypakappingini millum KÍF og VÍF. Tað er í løtuni ivasamt hvør skal gjalda bótina.
Les eisini:HSF revsar Heina
- Eg veit ikki hvussu vit gera, tí vit hava ikki viðgjørt dómin í felagnum enn, men persónliga haldi eg, at tann, ið fær bótina, skal gjalda hana sjálvur, sigur Áki Olsen, formaður í VÍF við Sosialin.
Heini Hanusarson heldur ikki, at hann skal hefta fyri bótina.
- Eg standi við, at hatta eru míni orð, og helst vóru tey ikki so taktisk. Havi tó ikki upplivað, at leiðslan í felagnum hevur verið ósamd í tí sum eg segði. Tó er vert í førinum at hugsa um, at um leiðslan bara hugsar um seg og sítt, so er nærliggjandi at hugsa, at spælararnir bara hugsa um seg og sítt, sigur Heini Hanusarson millum annað við Sosialin.
Les eisini: (Ljóðsamrøða) Dømingin hjálpti KÍF
Bótin skal gjaldast áðrenn 24. feburar.











