Ivana Trump doyði í vikuni, 73 ára gomul. Hon er fyrrverandi kona fyrrverandi amerikanska forsetan, Donald Trump.
Rættarlæknar í New York, sum hava kannað líkið, siga í tíðindaskrivi, sum útlendskir miðlar endurgeva, at kvinnan doyði av einum falli.
Teir siga seg eisini hava staðfest, at málið snýr seg um eina vanlukku, har kvinnan í fallinum fekk løstir á yvirkroppin.
Almannakunngeringin av kanningum hjá rættarlæknunum kemur dagin eftir, at Ivana Trump varð funnin deyð í íbúð sínari á Manhattan í New York.
- Eftir at vit hava almannakunngjørt okkara niðurstøðu, gera vit ikki fleiri viðmerkingar til kanningararbeiðið, siga rættarlæknarnir.











