Ivaleyst áskoðaramet í Klaksvík

Í dýrdarveðrinum í Klaksvík eru tað í kvøld fleiri áskoðarar til fótbóltsdyst, enn tað nakrantíð áður hava verið.

2544 vaksin eru til fótbóltsdyst, og innkrevjararnir hava havt á orði, at tað neyvan komið fyri áður, at familjur hava havt so nógv børn til dyst í Klaksvík, sum teir hava havt í kvøld.