Nú er ókeypis hjá ítróttarfeløgunum at nýta ítróttarhallirnar hjá Tórshavnar kommunu. Tað er Vagnur Michelsen, ið ber tíðindini á síðu síni hvannrok.fo.
Vagnur Michelsen skrivar, at við hesi avgerð ger Tórshavnar kommuna ikki longur mismun á fótbóltinum og innandura ítróttargreinunum. Fótbóltsfeløgini hava altíð vant ókeypis á fótbóltsvøllunum, meðan til dømis hondbóltsfeløgini hava goldið hallarleigu til Tórshavnar kommunu.
- Í míni verð er sjálvfylgja, at kommunan er farin at gjalda alla hallarleiguna hjá innanduraítróttinum. Hetta skuldi verið gjørt fyri nógvum árum síðani, tí fótbólturin hevur jú altíð vant ókeypis á fótbóltsvallunum, skrivar Vagnur Michelsen.
Avgerðin er sett í gildi við afturvirkandi kraft frá 1. august, skrivar Vagnur Michelsen.