Italski varaforsætisráðharrin, Matteo Salvini, kann fáa seks ára fongsulsrevsing í einum máli frá 2019, sum snúði seg um eitt tilflytaraskip.
Tað er í øllum førum ætlanin hjá ákærunum í málinum.
- Ákæruvaldið hevur biðið um, at fyrrverandi innanríkisráðharrin verður dømdur seks ára fongsulsrevsing, sigur advokaturin Arturo Salerni.
Hann umboðar NGO-felagsskapin Open Arms, sum stóð fyri rakstrinum av skipinum, sum fyri fimm árum síðani kom til Italia. 147 tilflytarar vóru umborð á skipinum, sum ikki fekk loyvi at leggja at í Italia í næstan tríggjar vikur.
Útlendingafíggindaligi Matteo Salvini, sum tá var innanríkisráðharri og varaforsætisráðharri, noktaði skipinum atgongd í langa tíð.
Ikki fyrr enn eftir 19 døgum fingu tilflytararnir loyvi at fara í land á italsku oynni Lampedusa.
Salvini er ein av fremstu politikarunum í Italia.
Málið móti honum byrjaði í oktober 2021, og væntandi kann dómur fella í næsta mánaði. Salvini sleppur at kæra dómin uttan mun til úrslitið.
Salvini er ákærdur fyri at hava frælsistøku og fyri at hava misnýtt sína støðu.
Eftir fráboðanina hjá ákæruvaldinum skrivaði hann á Facebook:
- Seks ára fongsul fyri at forða fyri komum og fyri at verja Italia og italiufólk? Tað er ørskapur. At verja Italia er ikki brotsverk.
Giorgia Meloni, forsætisráðharri, verjir eisini gerðirnar hjá Salvini.
- Tað er ófatiligt, at ein italskur ráðharri risikerar seks ára fongsulsrevsing fyri at gera sítt arbeiði at verja landamørk landsins, skrivar hon á X.
/Ritzau/