Italia slapp við skrekkinum

Bólkur G:
Tað eydnaðist ikki Italia at vinna seinasta dystin í bólkaspælinum, men við eini hjálpandi hond frá Ecuador komu teir ljósabláu tó víðari í kappingini

HM-fótbóltur

Tað var um reppið, at Italia hósdagin fór sama veg, sum Frakland og Argentina longu eru farin.
Fyri at vera vísir í at koma víðari úr bólkaspælinum, so skuldu italiumenn vinna dystin móti Mexico, og tað mundu tey flestu eisini rokna við fór at bera til. Eisini hóast kappingin higartil hevur sýnt, at stóru favorittarnir als ikki skulu kenna seg so tryggjar.
Tað var eisin um reppi, at tað gekk galið hjá Italia. Eftir góðum hálvum tíma skey mixicanski Borgetti sítt næsta mál í HM-kappingini, og so var trýstið av álvara lagt á Italia.
Alessandro Del Piero kom á vøllin í seinna hálvleiki, og hann vísti seg at verða frelsandi eingilin hja Italia, tá hann fimm minuttir fyri leiklok gjørdi útjavnandi málið.

Kroatia kiksaði
Javnleikurin hjá Italia skuldi nevnliga vísa seg at vera nóg mikið, tí í hinum dystinum í bólkinum snávaði Kroatia, tá teir taptu 1-0 fyri Ecuador.
Ein sigur til kroatar í hesum dystinum hevði annars tryggjað teimum pláss millum tey seinastu 16, um Italia ikki fekk fult í sínum dysti, men Kroatia helt ikki sín part av fortreytunum, og tískil kundi tað vera tað sama, hvussu dysturin hjá Italia endaði.
Málið hjá Ecuador skeyt Edmundo Mendez, og tó at Ecuador ikki kom víðari í kappingini, so var talan um eina søguliga løtu. Hetta er nevnliga fyrsta málið, sum Ecuador hevur fingið í einum HM-endaspæli.

Úrslit:
Ecuador-Kroatia 1-0 (0-0)
1-0: Edmundo Mendez

Mexico-Italia 1-1 (1-0)
1-0: Jared Borgetti, 34
1-1: Alessandro Del Piero, 85