Týskland, sum verður vertur fyri HM-endaspælinum í summar, fekk av at vita í dystinum ímóti teimum himmalbláu italiumonnunum. Longu áðrenn ein tími var spældur av dystinum, hevði Italia skorað fýra ferðir, og tað var lítil troyst í málinum, sum Robert Huth gjørdi fyri Týskland átta minuttir fyri leiklok.
Málini hjá Italia vórðu skorað av Alberto Gilardino, Luca Toni, Daniele De Rossi og Alessandri Del Piero.
Fleiri av hinum londunum, sum Føroyar eru komin í bólk saman við, spældu venjingardystir mikukvøldið, men úrslitið vóru misjøvn.
Frakland var fyri einum vónbrotið, tá ið teir taptu 2-1 á heimavølli ímóti Slovakia. Slovakar komu á odda 1-0, áðrenn Frakland javnaði. Og best sum Frakland royndi at fáa vinnandi málið, sló Slovakia til aftur og skoraði sigursmálið.
Skotland spældi á heimavølli ímóti Sveis, og sveisar vunnu dystin 3-1.
Tey bæði smærru londini, sum eru afturat Føroyum í EM-bólki B. Litava var í Albania og vann 2-1, og Georgia vann 2-0 á Malta.