Nýtilnevndi italski stjórnarleiðarin, Mario Monti, hevur nú mannað ta nýggju stjórnina, sum er mannað við embætisfólki. Sjálvur skal Monti virka sum forsætisráðharri, og harafturat skal hann umsita fíggjarmál.
Mario Monti sigur, at stjórnin fer at virka fyri, at altjóða marknaðurin skal fáa álit á italska búskapinum, samstundis sum stjórnin fer at linna tann politiska spenningin í Rom. Stjórnin skal arbeiða eftir einari serligari virkisætlan, sum verður løgd fyri Senatið í morgin.
Mario Monti, sum er fyrrverandi ES-kommiserur, fær undirtøku frá 53 prosentum av teimum italsku veljarunum. Hann og embætismannastjórnin kunnu sita við valdið til 2013, tá verandi valskeið hjá tinginum rennur úr, men fleiri vænta, at valið verður fyrr enn so.