Italia: Bersani gevur upp

Leiðarin fyri mið-vinstra samgonguni í Italia, Pier Luigi Bersani, hevur givið upp í royndunum at skipa nýggja stjórn í Italia.

– Eg havi sagt forsetanum, at eg ikki dugi at finna nakra loysn, ið kann enda við eini nýggjari stjórn, segði Bersani, eftir at hann í dag hevði havt samrøður við forsetan, Giorgio Napolitano.

Italska tjóðartingsvalið fyri einum góðum mánaði síðani gjørdi ikki politisku støðuna í landinum greiðari, tí eingin fekk nóg stóran meiriluta – og eingir samstarvsmøguleikar eru í eygsjón.

Forsetin fer nú at lodda dýpið hjá teimum ymsum politisku leiðarunum, og síðani tekur hann støðu til, hvat næsta stigið verður. Í ringasta føri kann tað enda við nývali.