Ísraelski ST sendimaðurin krevur ST aðalskrivaran frá

Ísraelski ST aðalskrivarin Gilad Erdan heitir á ST aðalskrivaran, António Guterres, til at »leggja frá sær alt fyri eitt«.

 

Jack Guez/AFP/Ritzau Scanpix

Tað ger hann á sosiala miðlinum X, eftir at Guterres á einum fundi í ST Trygdarráðnum í dag segði, at »álopini hjá Hamas ikki hendu í einum tómrúmi«.

– Tað sum hann sigur um at álopini hjá Hamas ikki hendu í einum tómrúmi vísir eina fatan av yvirgangi og morði, skrivar Gilad Erdan í einum uppslag á X. 

– Tað er veruliga syrgiligt, at leiðarin í einum felagsskapi, sum varð stovnaður eftir Holocaust, hevur so ræðulig sjónarmið.

##med2##

 

Jack Guez/AFP/Ritzau Scanpix