Hetta veit ísraelski miðilin The Haaretz at siga.
Fyrr í dag segði ein talsmaður fyri ísraelsku stjórnina, sambært Reuters, at stjórnin er í "ógvuliga høgari tilbúgving ímóti iranskari hevndargerð" eftir at Hamas-leiðarin, Ismail Haniyeh, varð dripin í iranska høvuðsstaðnum, Teheran.
Ísraelski herurin er innsettur í býnum Hebron, sum liggur á ísraelska hersetta Vestara Áarbakka.
Tað hendir sum aftursvar upp á stóru mótmælini, sum fara fram, har nógvir palestinar eru á gøtuni at mótmæla drápinum av leiðaranum hjá Hamas, Ismail Haniyeh.
Ovasti leiðarin í Hamas er dripin í Teheran:
- Tíðliga mikumorgunin danska tíð boðaði hernaðarligi palestinski felagsskapurin Hamas frá, at ovasti leiðarin, Ismail Haniyeh, er dripin.
- Álopið hendi umleið klokkan 02:00 mikudagin lokala tíð í Teheran á einum bústaði hjá krígsveteranum, sambært iranskum miðlum, skrivar Reuters.
- Umframt Ismail Haniyeh doyði eisini ein lívverji í álopinum, sambært kollveltingarverjuni í Iran.
- Ismail Haniyeh var týsdagin til vígsluhátíðarhald fyri nývalda iranska forsetanum, Masoud Pezeshkian.
- Enn er ikki greitt, hvør stendur aftan fyri álopið. Eingin hevur higartil tikið ábyrgdina av álopinum.
- Ísrael hevur heldur ikki boðað frá, hvussu tey hava samband við álopið.
- Reaktiónirnar frá vesturlendskum leiðarum hava eisini verið sparnar. Hinvegin hevur amerikanski uttanríkisráðharrin, Anthony Blinken, avsannað, at USA hevði nakað við at gera ella vita um álopið á Hamas-leiðaran.
##med2##
##med3##