Íslendska hondbóltsdómarafelagið mótmælir

Íslendska hondbóltsdómarafelagið mótmælir viðferðini av Jón­asi Elías­syni og Ant­oni Gylfa Páls­syni

Aftaná pínligu støðuna, har íslendsku dómararnir Jón­as Elías­son og Ant­on Gylfi Páls­son ikki sóu støðuna, har suðurkoreanska kvinnulandsliðið í hondbólti fekk eitt mál kolldømt, sum tær av røttum átti ímóti fronsku hondbóltskvinnunum, eru íslendsku dómararnir og danski eygleiðarin Bjarne Munk Hansen sendir heim av altjóða hondbóltssamgonguni IHF, og hava teir triggir fingið at vita, at teir sleppa ikki at døma til eitt HM-endaspæl í hondbólti aftur.

 

Íslendska hondbóltsdómarafelagið mótmælir harðliga viðferðina Jón­as Elías­son og Ant­on Gylfi áls­son hava fingið. Guðjón L. Sigurðsson, formaður í íslendska hondbóltsdómarafelagnum heldur, at viðferðin hjá IHF av Jón­asi Elías­syni og Ant­oni Gylfa Páls­syni er skammilig. - Vit mótmæla harðliga viðferðini íslendsku dómararnir hava fingið, og vit vilja hava evropeisku hondbóltssamgonguna, EHF at taka málið upp. Jón­as Elías­son og Ant­on Gylfi Páls­son fingu onga frágreiðing frá IHF, men frættu gjøgnum netmiðlarnir, at teir eru bannaðir frá at døma HM-endaspæls dystir í allari framtíð. Hetta er ein avgerð forsetin í IHF, Hassan Moustafa einsamallur hevur tikið. Vit í dómarafelagnum hava tað, sum okkara fremstu raðfesting, at framtíðin hjá íslendsku hondbóltsdómarunum ikki verður oyðiløgd, sigur Guðjón L. Sigurðsson við íslendska kringvarpið, RÚV.