- Tað hevur ongantíð hevur verið størri tørvur á hægri játtan enn nú.
Tað staðfestir Itróttarsamband Føroya, ÍSF.
ÍSF fyllir 75 í ár í apríl, men felagsskapurin hevur bara eitt føðingardagsynski og tað er at fáa eina hægri játtan at arbeiða við.
Og tað er ikki av tilvild, at ynskilistin verður fráboðaður beint nú, tí júst í hesum døgum er Løgtingið í ferð við at viðgera fíggjarlógina fyri næsta ár.
- Tað er vorðið alt greiðari, at vælferðarsjúkur eru størsta hóttanin móti fólkaheilsuni.
Hetta setir økt krøv til ítróttarrørsluna og hvør króna til ítróttin, er ein íløga í fólkaheilsuna og harvið ein sparing á heilsuøkinum hjá fólki í øllum aldri.
ÍSF fær eisini eina úrvalsjáttan og tað er ein sannroynd, at úrvalsítróttafólk sum Pál Joensen, seta Føroyar á heimskortið. Men úrvalsjáttanin røkkur bara til at stuðla einum einstøkum íðkara.
Skal tað eydnast at stuðla fleiri úrmælingum, er neyðugt, at hægri játtan verður sett av til úrvalsítrótt.
ÍSF sigur at vit sakna framvegis tennisvøllir, svimjihallir, ítróttarhallir, skjótibreytir og golfvøll, sum eru alneyðug fyri virksemið hjá føroyskum ítróttafeløgum.
Tað er heldur eingin loysn á spurninginum um at útvega lendi til golfvøll Oyggjaleikirnar, vit ætla at skipa fyri í Føroyum í 2019.
Men skulu vit yvirhøvur skipa fyri oyggjaleikunum, krevur tað eisini sera nógva umsitingarliga orku hjá Ítróttasambandi Føroya.
ÍSF heldur, at tað eigur at vera ein rættur hjá øllum at hava eitt rørslutilboð, heilt niður í skúlar og barnaansing.
Og hjá feløgunum kring landið hevði ein skipan við afturbering av mvg til ítróttarfeløg, styrkt felagsvirksemið munandi.
Annars vísir ÍSF á, at játtanin sum landið letur felagsskapinum á fíggjarlógini, varð lækkað fyri trimum árum síðani.
- Tá hevði hon annars verið óbroytt síðani kreppuárini fyrst í nítiárunum, tá hon somuleiðis varð lækkað. Hinvegin er virksemið í føroyskun ítrótti størri enn nakrantíð og ongantíð hevur verið størri tørvur á hægri játtan enn nú, sigur Ítróttarsamband Føroya.