Iron Maiden legendur á Voxbotn 2013

– Upprunaligi Iron Maiden sangarin, Paul Di Anno, og Blaze Bayley, ið stóð á odda fyri heimsins størsta tungmálmsbólk í árunum 1994-99, vera millum høvuðsnøvnini á Okkara Voxbotn 2013, siga fyrireikararnir av stóra konserttiltakinum, Voxbotn, ið var hildið á fyrsta sinni í ár.

 

Teir siga, at tað vera klassiskir tungmálmstónar, ið fara at braka í Vágsbotni næsta ár, tá teir báðir fyrrverandi Iron Maiden oddamenninir vitja Voxbotn, sum part av sínari Legends of Iron Maiden konsertferð.

 

Iron Maiden telist millum størstu tungmálmsbólkar gjøgnum tíðirnar, og klassikararnir eru nógvir, ið hesin bólkur hevur lagt eftir sær. Á Legends of Iron Maiden konsertferðini verður høvi at hoyra eitt breitt úrval av hesum klassikarum, sum t.d Fear of the dark.

 

Di Anno, ið sang við bólkinum á fyrstu EP'ini og báðum fyrstu LP'unum syngur tilfar av hesum útgávum, meðan Bayley syngur tilfar av útgávunum frá árunum 1982-99.

 

Konserttiltakið Voxbotn næsta ár verður leygardagin 29. juni 2013 í Vágsbotni í Havn.