Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, hevur havt sín fyrsta tíðindafund, síðani Ísrael og USA byrjaðu síni álop á Iran 28. februar.
Sambært tíðindastovuni Reuters segði hann á tíðindafundinum, at Ísrael og USA hava førleikar at skapa tær umstøður, sum skulu til fyri at fremja skipanarbroytingar. Men í síðsta enda er tað upp til iranska fólkið "at fara út á gøturnar".
Á tíðindafundinum segði hann eisini millum annað, at hann tosar við amerikanska forsetan, Donald Trump, "næstan hvønn dag", og at USA og Ísrael hava givið iransku kollveltingarverjuni "harð sløg".












