Leitar eftir uppruna til vers

Jónsvein Bech, prestur, leitar eftir uppruna tiltvey vers, ið tú møguliga kanst hjálpa við?

 

Hetta skrivar Fólkakirkjan á sínum vanga á facebook.

 

Hann greiðir soleiðis frá:

 

Sum prestar kemur ein á tal við nógv ymisk menniskju og við ymisk høvi. Nógv av tí, sum verður sagt okkum, er undirlagt tí tagnarskyldu, sum vit prestar hava.

 

Men av tí sum einum er sagt frá, og sum møguliga hevur almennan áhuga, er tvær ymiskar bønir ella ørindi.

 

Tann fyrra kann kanska nevnast verndarbøn, men kann meira samanberast við avnoktanina, sum vit eisini hava við, tá vit játta trúnna í gudstænastuni.

 

Tann seinna hevur sambart mínum heimildarfólki verið brúkt sum barna- og kvøldbøn.

 

Felags fyri tær er, at tær eru mær ókendar, eisini har eg havi spurt meg fyri. Umframt sum ein kunning, er hetta tí eisini ein eftirlýsing, um onkur kennist við tær og møguliga veit at siga nakað um hvaðan tær eru.

 

1. Ein gomul verndar”bøn.”

 

Sum hálvvaksin hoyrdi eg søguna um eini hús í Toftum í Vági, sum vórðu bygd í seinnu helvt av 19. øld. Annað av unga parinum, sum átti húsini, hevði áður verið saman við einum øðrum/aðrari. Og sum hevnd skuldi svikni parturin hava lagt kirkjugarðsmold onkunstaðni millum skins og hold í húsunum. Hetta skuldi hava elvt til, at tað gjørdist ógvuliga ófriðaligt innanveggja. Boð vórðu send eftir Evensen, sum tá var prestur í Hvalba, fyri at fáa hann at gera nakað við støðuna.

 

Evensen kom og fór í kjallaran, eftir at hava givið strong boð um, at eingin mátti lúra eftir, hvat hann fór at gera har. Men eftir at hann hevði verið har, var friður.

 

Tá húsini vórðu niðurtikin einaferð í 1960unum, skuldu menn koma fram á eitt ørindi, sum Evensen, prestur, skuldi hava skrivað á dragaran ella eitt av undirsløgunum undir gólvinum.

 

Tann, sum segði mær frá hesum, endurgav ørindi. Tíverri hevði eg einki hjá mær tá at skriva við ella á. Ætlaði altíð at spyrja hann aftur og fáa tað gjørt. Men tíverri dróg tað út. Tá viðkomandi nokk so knappliga doyði, eydnaðist tað mær ikki at fáa ørindi fest á blað.

 

Nakað eftir at eg var komin suður aftur sum prestur, var eg ein dagin á Ellis- og Røktar-heiminum. Tá eg eftir andaktina fór at heilsa uppá nøkur av teimum seingjaliggjandi, kom eg inn til eina gamla konu úr Froðba. Tá fortaldi hon mær frá eini hending, henni hevði verið fyri sum smágenta.

 

Ein dagin vóru omman og hon einsamallar heima. Hon spældi sær við onkrum á gólvinum, meðan omman sat í einum stóli og bant. Knappliga legði omman stokkarnar í fangi og faldaði hendur og segði:

 

Du djævel, hvad vil du begære af mig,

 

Jeg har dig slet intet at give.

 

Så tag du, hvad dit er og pak du dig væk

 

Til helvede altid at blive.

 

Du haver dig himmerige forspildt.

 

Gentan spurdi ommuna, hví hon segði hetta: Jú, svaraði omman. Tað var fyri at reka burtur keðiligar tankar, sum hon viðhvørt fekk.

 

Tað sum slóg meg var, at eg kendi ørindi aftur. Tað var júst hetta ørindi bygdamaðurin hevði sagt mær, at Evensen skuldi hava skrivað í kjallaranum í húsunum í Vági. Tá nýtti eg høvi til, at fáa ørindi niðurskrivað.

 

Um hetta veruliga var ørindi Evensen skuldi hava skrivað, veit eg ikki. Hesi bæði heimildarfólkini høvdu tað til felags, at tey vóru trímenningar. So talan kann eisini vera um ein felags ”arv”, tey hava fingið gjøgnum teirra barnalærdóm.

 

Tíverri havi eg ikki gjørt nakað serligt, fyri at kanna eftir, hvaðani hetta ørindi kann vera komið frá. Spurdi einaferð Aksel Tórgarð, um hann kendi tað, Men tað gjørdi hann ikki.

 

Havi eisini nú spurt Jákup Reinert Hansen. Men hann kennir tað ikki, og finnur tað heldur ikki í gomlum bókum og skjølum, har líknandi ørindi eru skrivað niður.

 

Men tað mest áhugaverda við hesum ørindi, tykir mær, er, at tað eins og signingin og krossristing í føroyskum trúarlívi hevur verið brúkt sum ein vernd»bøn» ímóti tí illa.

 

Tí kann tað enn vera ein viðkomandi áminning til okkum, eins og tað var tað hjá hesi gomlu ommuni í Froðba, at tá talan er um syndina og tað illa, so er tað mest vandamikla, ikki alt tað hini gera, ella tað sum hendir rundan um okkum. Men at vit sjálvi fyrst av øllum mega vera á varðhaldi fyri tí, sum býr í okkara sinni og tonkum.

 

Sum ein hevur sagt tað: «Tað vandamiklasta við tí illa er ikki tað, sum hendir okkum, men hvat tað sleppur at gera við okkum.»

 

Man ikki tað eisini vera ein av orsøkunum til, at Jesus hevur lært okkum at biðja í Faðir vár: «Leið okkum ikki í freistingar, men frels okkum frá tí illa?”

 

Kennist nakar við hetta ørindi, og hvaðani tað kann stava?

 

2. Gomul barnabøn.

 

Sum prestar hava óivað tey flestu av okkum verið úti fyri, tá vit hava vitjað gomul ella doyggjandi, at tey hava endurgivið onkra bøn, tey hava lært sum børn, og sum enn hongur við, -eisini um enn nógv annað er farið.

 

Ein tann mest vanliga bønin, ein tá hevur hoyrt, hevur verið: ” Bed, o Jesus, bed for mig!”, sum Mikkjal av Ryggi hevur umsett til føroyskt og er nr. 406 í Sálmabókini.

 

Eitt av systkinabørnunum hjá pápa mínum er enn á lívið. Hon er 102 ára gomul.

 

Ein dagin eg var og vitjaði hana á Ellis- og røktarheiminum, nevndi hon enn einaferð fyri mær, hvussu mamma teirra, abbasystir mín, hevði sungið og biðið fyri teimum systkjunum, tá hon legði tey um kvøldið. Serliga var tað eitt ørindi hon mintist. Hevði skrivað tað niður fyrr, men forlagt tað. Men fekk nú aftur høvi at hoyra tað og skriva tað niður. Røddin er viknað, so eg ivaðist í onkrum orði, um alt er rætt endurgivið. Men ørindi ljóðar nakað soleiðis:

 

Jesus er det bedste navn,

 

Som er på vor tunge,

 

Alle mand med efterklang

 

Beder om at sjunge.

 

Jesus er den sande Krist,

 

Jesus er vor talsmand vist,

 

Jesus er den bedste,

 

I vort hus skal gæste.

 

Havi roynt at googla. Men havi ikki kunnað funnið nakra sálm, sum byrjar so. Heldur ikki um tað kann vera eitt ørindi úr onkrum sálmi. Veit tí ikki, hvaðani tað stavar. Havi eisini spurt Jákup Reinert Hansen, men heldur ikki hann kennir tað

 

Men tá eg hoyrdi ørindi, kom mær til hugs, um Mikkjal av Ryggi man hava kent tað, og um tað kann hava verið við til at givið honum íblástur til sálmin ”Jesus besta navnið er?”

 

Uttan mun til, hvat svarið kann verða, so er hetta enn eitt dømi um, hvussu týdningarmikið tað er, at barnið hevur fingið - og fær - ein góðan førning við sær út í lívið. Hvønn týdning tað hevur havt fyri tey á lívsferðini annars, kann vera so ymiskt. Men nú ferðin er við at enda og skerjingar og avmarkingar av ymiskum slag gera vart við seg, er tað oftast hetta, tey hava lært sum børn, sum liggur longst á. Og hjá nógvum teirra er tað hetta, sum er við til at bera tey tað seinasta strekkið.

 

Kennist nakar við hetta ørindi, at hvaðani tað stavar?, verður spurt á vanganum hjá fólkakirkjuni á facebook.