Kjakast um útlendingamál og bústaðartrupulleikan í Reinsarínum

Politiskt pallborðskjak verður í Havn leygarkvøldið, har Frihedsbrevet bjóðar til Val á veg.

Tíðindaskriv:

 

Evnini eru tvinni, sum fylla nógv millum mannað og í miðlunum: útlendingamál og bústaðartrupulleikin.

 

Kjakið er skipað í tveimum, umboð fyri allar politisku flokkarnar eru við og tiltakið verður stroymt beinleiðis á Facebook og givið út sum poddvarp seinni.

 

Hetta er triðja ferðin, at Frihedsbrevet skipar fyri Val á veg í Reinsarínum. Hini tiltøkini hava øll verið bæði lívlig og væl vitjað.

 

Val á veg verður leygarkvøldið 14. mars klokkan 20.00.

 

Barbara Holm og Jan Lamhauge eru vertir.

 

Øll eru vælkomin.