Iran fer ikki at tingast við USA um ta umstríddu kjarnorkuverkætlanina, fyrr enn øll handilstiltøk og allar hóttanir verða beindar burtur. Tað sigur tann ovasti leiðarin í landinum, ayatollah Ali Khamenei.
Hann sigur, at Mahmoud Ahmadinejad, forseti, og onnur hava sagt, at Iran er sinnað at fara til samráðingarborðið. Tað er so, men Iran vil ikki tingast við USA, tí tað ber ikki til at tingast við amerikanararnar, sigur Khamenei.
Ayatollah Khamenei, sum situr við tí avgerandi orðinum, tá tað snýr seg um iranska uttanríkispolitikkin, sigur, at Iran hevur altíð havnað tilboðum úr USA um tingingar, tí tingingar undir hóttanum eru ikki tingingar, sigur hann.