Iran við í kjarnorkusamráðingum

Umboð fyri sjey lond hittust í dag í turkiska býnum Istanbul at tosa um ta umstríddu kjarnorkuverkætlanina hjá Iran. Á fundinum eru umboð fyri USA, Russland, Kina, Bretland, Frakland, Týskland og Iran.

Fundurin í dag er tann fyrsti millum londini í meiri enn eitt ár, men sambært BBC hava umboðini ikki serliga góða vón um at fáa nakað ítøkiligt burturúr, og tí rokna eygleiðarar við, at partarnir fara at avtala at halda ein fund afturat í næstu viku.

Amerikanski forsetin, Barack Obama, hevur sagt, at fundurin í Istanbul er tann seinasta royndin at loysa kreppuna við kjarnorkuverkætlanini hjá iranum á diplomatiskan hátt.