Iranski leiðarin, Ayatolla Ali Khamenei, sigur, at Iran fer at svara aftur, um amerkanski forsetin, Donald Trump, ger álvara av sínum hóttanum.
Tað var leygarkvøldið, at Donald Trunp segði, at USA fer at bumba Iran, um landið ikki gongur við til eina nýggja kjarnorkuavtalu.
Eitt talsfólk fyri iranska uttanríkisráðið sigur, at hóttaninar hjá amerikanska forsetanum eru eitt álop á altjóða frið og trygd.
Hetta vita útlendskar tíðindastovur at siga í morgun, og millum miðlarnar, sum bera hesi tíðindi, er eitt nú tíðindastovan, NTB.