Iran er næsta málið hjá USA

Síðani seinasta summar hava amerikanskar serdeildir savnað upplýsingar um rakettstøðir og onnur hernaðarmál í Iran

Kendi amerikanski tíðindamaðurin Seymour Hersh, sum avdúkaði ta harðrendu framferðina hjá amerikonsku fangavørðunum í Abu Ghraib-fongslinum í Irak, avdúkar í einari grein í tíðarritinum The New Yorker, at USA er í ferð við at savna upplýsingar um møgulig bumbumál í Iran.
Hersh sigur seg hava fingið at vita frá einum embætismanni í verjumálaráðnum Pentagon, at tann politiska leiðslan har hevur hug at søkja at Iran. Enda-málið við álopinum er at oyðileggja sum mest av tí hernaðarliga bygnaðinum hjá iranum, sigur embætismaðurin.
Sambært greinini hevur George W. Bush, forseti, skrivað undir boð, sum geva servandum hermonnum heimild til at søkja at málum í tíggju londum í Miðeystri og Suðurasia. Sambært heimildunum nýtist deildunum ikki at kunna politiska valdið í Washington um, hvat tær havast av. Heimildirnar eru sostatt rúmari enn tær, sum CIA virkar undir, skrivar Seymour Hersh.
Hann vil vera við, at USA hevur sent fleiri tílíkar deildir til Iran, har tær leita eftir og skráseta ymisk hernaðarmál, ið mugu metast at vera týðandi sum bumbumál í einum møguligum álopi. Samstundis hevur ovasta amerikanska herleiðslan fingið boð um at endurskoða eina gamla innrás í Iran. Sambært hernaðarserfrøðingum hevur USA ein stóran fyrimun nú, tí landið hevur hermenn í tveimum av granna-londunum hjá Iran og kann tí senda hermenn inn um iranska markið úr Irak og Afghanistan.