Iran avrættar fýra mans dømdir fyri samstarv við Ísrael

Fýra menn, sum sambært Iran hava starvast fyri Mossad, eru í morgun avrættaðir

 

Í morgun vórðu fýra menn avrættaðir í Iran. Teir vórðu dømdir fyri at samstarva við Ísrael. (Arkivfoto). - Foto: Leonhard Foeger/Reuters

Iran hevur í dimmalættingini í morgun avrættað fýra menn, sum eru dømdir fyri samstarv við høvuðsfíggindan, Ísrael.

Teir fýra skulu hava samstarvað við Ísrael um eina ætlan um at sabotera eitt stað hjá iransku verjuni, verður upplýst á heimasíðuni Mizan, sum er almenna samskiftisrásin hjá dómstólunum í Iran.

Teir fýra menninir vórðu handtiknir í juli í 2022 og skuldsettir fyri at leggja til rættis álopið ímóti støðunum hjá verjumálaráðnum, sum er í landspartinum Isfahan.

– Deyðadómurin hjá teimum fýra limunum í zionistiskum njósnarafelagsskapi, sum vórðu handtiknir fyri at leggja til rættis bumbuálop í Ishafan varð framdur í morgun, verður sagt á heimasíðuni hjá Mizan.

Sambært Iran arbeiddu menninir fyri Mossad, sum er fregnartænastan hjá Ísrael, »umleið hálvtannað ár frammanundan«.

Menninir vórðu eftir øllum at døma sendir til afrikonsk lond fyri at fáa »venjingarskeið í hernaðarmiðstøðum«, har Mossad var til staðar.

Teir fýra menninir vórðu dømdir til deyða í september í 2023.

Í august í 2023 helt Iran uppá at hava forðað eini »ógvuliga kompleksari« ætlan, sum Mossad hevði tikið stig til. Ætlanin skuldi eftir øllum at døma vera at »sabotera« rakettídnaðin hjá Iran.

Fáar mánaðir frammanundan legði Iran Ísrael undir at standa aftan fyri eitt dronuálop á eitt hernaðarstað í Isfahan.

Síðst í desember vóru fýra aðrir menn avrættaðir, eftir at teir eisini vórðu dømdir fyri at samstarva við Mosad.

Tey bæði londini hava í áratíggju verið fíggindar. Ein aktuel ósemja teirra millum stendst av kjarnorkuvápnunum hjá Iran.

Ísrael leggur harumframt Iran undir at stuðla hernaðarligum álopum á Ísrael.

Iran leggur hinvegin Ísrael undir at hava dripið fleiri irakisk embætisfólk og granskarar.

/ritzau/AFP

 

Í morgun vórðu fýra menn avrættaðir í Iran. Teir vórðu dømdir fyri at samstarva við Ísrael. (Arkivfoto). - Foto: Leonhard Foeger/Reuters