Eitt sjálvmorðsbumbufólk sprongdi seg í gjár í luftina til ein fótbóltsdyst í Irak nærhendis býnum al-Asriya , 40 kilometrar sunnanfyri irakska høvuðsstaðin Baghdad.
41 fólk doyðu í álopinum og 105 fólk vórðu løstað, sambært AP tíðindastovuni.
Ein talsmaður fyri løgregluna sigur við AFP tíðindastovuna, at tað var tá dysturin varð liðugur spældur, at spreingingin hendi.
- Tey vóru í ferð við at handa steypið til vinnararnar, tá ein persónur sprongdi seg sjálvan í luftina mitt í mannamúgvuni.
Islamski yvirgangsfelagsskapurin Islamski Staturin hevur tikið ábyrgdina fyri álopinum.