Ion tekur alla ábyrgdina á seg

Europa Cup: HB venjarin var vonbrotin av fleiri av royndu spælarunum, og hann iðrar seg um, at hann ikki gav fleiri av ungu monnunum møguleikan

(Valkeakoski-Sosialurin): Teir bóru høvdið hampuliga høgt, tá teir í gjáramorgunin klokkan hálvgum tvey føroyska tíð fóru úr Finnlandi og eftir stuttar steðgir í Stokholm og Keypmannahavn lendu í Vágum fyri døgurða í gjár, men bæði venjarin og spælararnir hjá HB ásannaðu, at avrikið ímóti FC Haka var so mikið ússaligt, at tað ikki ber til at finna nakra orsøk, sum kann brúkast at snúgva sær undan við.


Klókskapur í bakkspeglinum

Ion Geolgau, venjarin hjá HB, var sera vónbrotin eftir stórtapið, men tá vit spyrja, hvussu tað bar til, at spælararnir ikki megnaðu at binda um, soleiðis sum hann í mikudagsblaðnum segði, at teir skuldu gera, so vil hann heldur tosa um síni egnu mistøk, enn um avrikini hjá einstøku spælarunum:

? Hatta var vánaligt, og eg taki fulla ábyrgd fyri stórtapinum. Eg dugi at síggja, at eg tok fleiri skeivar avgerðir undan dystinum, og hesar ávirkaðu gongdina og úrslitið. Ein skeiv avgerð var, at vit broyttu uppstilling. Í mínari tíð í HB hava vit ongantíð spælt við fimm monnum í verjuni, og vit áttu ikki at havt broytt frá fýra og til fimm spælarar. Tað var óðamannaverk, tí hin skipanin er tann, sum vit megna best.

Og so vísir venjari á eitt annað mistak hjá sær sjálvum, sum hevði avleiðingar við sær, og sum hann ætlar at rætta nú beinanvegin:

? Eg leit ov nógv á royndu spælararnar. Í staðin skuldi eg í fleiri førum givið ungum monnum, sum eru i betri venjingarstøðu, møguleikan. Andrew av Fløtum fekk møguleikan, og hann spældi framúr væl, og í 1. hálvleiki var hann ein tann besti á vøllinum. Fleiri av royndu monnunum vóru ikki nóg væl fyri, og eg tori at siga, at heilt skjótt fara fleiri av yngru monnunum at fáa væl meiri spælitíð, enn teir hava fingið higartil í landskappingini.